Ein av mongu fyrimununum hjá hinum ríka er, at hann hevur ráð at ganga fátæksliga ílatin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Felagsmynd, sum Martin Sirkovsky tók aftaná prógvhandanina á Skúlaheiminum úti í Marknagili

Felagsmynd, sum Martin Sirkovsky tók aftaná prógvhandanina á Skúlaheiminum úti í Marknagili

Felagsmynd, sum Martin Sirkovsky tók aftaná prógvhandanina á Skúlaheiminum úti í Marknagili

Við orðunum “Glasir ynskir at vera fyrsta val hjá vinnuni” handaði Bogi Bech Jensen heili 58 lesandi á Glasi prógv fyri hægri lestur á 7 ymsum útbúgvingum.

Umframt røðuna hjá rektaranum helt Ólavur Ellefsen, íverkseti og stýrisformaður á Fróðskaparsetrinum, røðu fyri próvtakarunum.

Fyri fulltíðarlestur, fingu 7 prógv innan Byggitøkni, 4 innan Byggifrøði og 11 innan Fíggjarbúskap.

Harafturat vóru tað 5, sum fingu prógv innan Akademiútbúgvingina og 4 fyri Diplomútbúgving í Leiðslu.

At enda vóru tað 11, sum høvdu staðið fyrra part av HD-útbúgvingini og 17, sum høvdu staðið HD annan part, herundir 11 innan roknskap og 6 innan marketing management.

Í heyst byrja nýggir flokkar innan Fíggjarbúskap, Byggitøkni og Byggifrøði, her er talan um fulltíðarlestur.

Eisini er ætlanin at stovna nýggjar flokkar innan tríggjar ymiskar akademiútbúgvingar umframt HD.

Umsóknarfreistin til Akademiútbúgvingina og HD er 1. august og søkjast kann á Glasir.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo