Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Leygardagin 10. juni var Djóni N. Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum í Saltangará og handaði prógv til næmingar á Rásini.

Filmur frá tiltakinum sæst her.

Røða til próvhandan á Rásini.

Góðu tit øll

Fyrst av øllum takk fyri, at eg varð boðin við í dag, og ikki minst - takk fyri seinast, tá eg vitjaði tykkum, og har eg, umframt eitt sera gott prát við tykkum, eisini fekk so sera vælsmakkandi pannukøkur og fínt útskorna frukt; eg minnist enn delfinirnar, sum tit høvdu skorið út av bananunum.

Ein Rás er ein farleið, ein vegur framá. Tit hava, meðan tit hava gingið á Rásini, flutt tykkum framá í lívinum.

Tit  eru bæði vorðin eitt sindur eldri, tó slet ikki so gamal sum eg, og hava eisini flutt tykkum framá upp á aðrar mátar, við tað, at tit hava lært alt møguligt, meðan tit hava veirð her, ja líka frá at baka pannukøkur til at viðvirka í einum samfelagi, til at vera kreativ, og so kanska tað minni festliga: at rudda og vaska. Vænti tit ofta hava puffað, tá Beinta hevur biðið tykkum um at rudda eitt sindur meir, og tað skilji eg eisni ordiliga væl, tí eg tími heldur ikki altíð líka væl at rudda.

Ein kendur høvundur, sum æt H.C. Andersen, og sum skrivaði nógv góð og kend ævintýr, segði einaferð, at tað størsta ævintýrið er lívið sjálvt; og hetta skulu tit eisini minnast til, at júst tykkara lív er eitt ævintýr, sum er tykkara, og sum tit sjálvi skulu skriva og ávirka. Títt lív er tað stórsta ævintýrið, sum er til, minst til tað.

Tit eru einki minni enn fantastisk ! Tit eru blíð, fitt og eru hvør sær  menniskju, sum vit læra nógv av. Tit skulu vita, at hesin landssýtrismaðurin, sum stendur her, ikki bara er errin av tykkum, men at eg eisini havi serstakliga stóra virðing fyri tykkum, og síggi upp til tykkum øll.

Rásin hevur givið tykkum nógv góð amboð, sum tit nú fara at brúka í framtíðni. Hesi amboð kunnu verða við til at hjálpa tykkum enn longur framá í lívinum, men eisini kunnu teir førleikar, tit hava fingið her, verða nakað, sum tit kunnu ávirka vinfólk og onnur, sum tit eru saman við, á ein jaliga hátt; tit kunnu hjálpa, har tað krevst, tit kunnu vera festlig og skapa lív, og ikki minst so kunnu tit, við bara at vera tit, gera lívið hjá okkum øllum ríkari.

Tit fáa prógv í hondina í dag, eftir at vera liðug á hesum framúr góða eftirskúla. Prógvið skulu tit vera errin av, men tit skulu vera enn meir errin av bara at vera tey tit eru.

Tit mugu lova mær, at tit eisni nú tit eru liðug á Rásini, halda á fram at vera júst tit; tí eingin annar er tú, og eingin annar kann vera júst tú, og hetta er tað, sum ger okkum øll til nakað heilt serligt.

Tað, sum er mest umráðandi, er ikki, hvat vit duga ella ikki duga, men hvørji vit eru; at vit eru ein góður vinur, ein góð hjálp hjá onkrum, ella kanska bara ein, sum tímir at flenna og skapa gleði saman við øðrum.

Tit eru fyrimyndir hjá nógvum, og eg eri so glaður fyri, at vit skjótt kunnu fara undir at byggja Rásina út nú í summar, tí hesin dagurin í dag vísir okkum bara, hvussu gott tað er, at vit skapa ymiskar møguleikar í okkara samfelag, júst tí at vit eru so ymisk, og tí vit ynskja, at Føroyar skal vera eitt land, har øll fáa møguleikar til at mennast og trívast í .

Eg vil eisini fegin nýta høvið til at siga tykkum starvsfólkum eina hjartans tøkk. Eg havi vitjað nógv arbeiðspláss gjøgnum tíðina, men sjáldan havi eg sæð ein starvsfólkahóp, sum er so eldhugaður og glaður fyri sítt arbeiðspláss og sítt arbeiði, sum tit eru.

Rásin er ikki bara eitt úrslit av einum almennari raðfesting, men er í stóran mun eitt úrslit av tykkara hjarta og tykkara umsorgan.

Tá eg var og vitjaði seinast, tá sá eg veruliga, hvussu vítt tykkara uppgávur fevna, alt frá at vera um og læra henda deiliga ungdóm, sum búleikast her á Rásini, til at taka eina hond í, tá okkurt skal fiksast ella málast, ella tá pannukøkur ella annað gott skal tilevnast í køkinum. Av hjarta takk fyri, at tit røkja Rásina so væl, at hon gerst ein góð farleið fyri so mong.

Til endans vil eg bara siga hetta. Hjartaliga til lukku við prógvinum, og alt tað besta frameftir og enn einaferð: ver errin av, hvør tú ert, tí vit eru øll nakað heilt serstakt.

Rásin - eftirskúli til ung við menningartarni

RÁSIN ER EFTIRSKÚLI TIL UNG VIÐ MENNINGARTARNI, IÐ ERU LIÐUG VIÐ FÓLKASKÚLAN

LÆRAN TIL LÍVIÐ: Endamál skúlans er, at næmingarnir fáa ment sínar førleikar, so tey eftir lokið skúlaskeið kunnu liva eitt so sjálvstøðugt lív sum møguligt.

Skúlaskeiðið skal geva næmingunum møguleika at menna persónligar, sosialar, og kensluligar førleikar í lestrar- og arbeiðslívið. Eisini skal næmingurin ogna sær fatan um lívið og tess møguleikar.

í 2023 gingu 7 næmingar á skúlanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo