Russiski forsetin Vladimir Putin hevur sett ein nýggjan mann at standa á odda fyri vápnaðu deildunum sum stríðast í Ukraina. Tað er Valeriy Gerasimov, sum síðani 2012 hevur verið ein av oddamonnunum í russiska herinum.
Samstundis er Sergei Surovikin, sum higartil hevur verið ovasti fyri deildirnar í Ukraina, settur frá. Hann skal nú vera varðamaður fyri Valeriy Gerasimov.
Russiska verjumálaráðið sigur, at broytingarnar henda fyri at "vaksa um effektivitetin", nú 10 mánaðir eftir at Russland leyp á Ukraina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo