40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Týski kanslarin Olaf Scholz og forsetin í Russlandi Vladimir Putin hittust í Moskva í dag.

Putin undirstrikaði aftur at landið ikki ynskir kríggj í Europa, hóast stórar deildir eru fluttar móti markinum til Ukraina í norði, suðri og eystri.

Russiski forsetin endurtók eisini, at avgerð er tikin um eina partvísa afturtøku av deildunum við markið til Ukraina.

Hann vísti eisini á at trupulleikarnir í Donbass-økinum í Ukraina mugu loysast, og heldur at loysnin eigur at byggja á semjuna í Minsk-protokollini frá 2015, skrivar VG.

Kanslarin í Týsklandi, Olaf Scholz, sigur eftir fundin, at tað er eitt positivt tekin at Russland nú tekur aftur partar av deildunum, og heldur at framvegis er møguleiki fyri eini diplomatiskari loysn.

– Trygd í Europa er bert møgulig saman við Russlandi. Tað verður eingin trygd um gingið verður ímóti Russlandi, segði Scholz.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo