

Russiski forsetin, Vladimir Putin, og kinesiski forsetin, Xi Jinping, eru nú byrjaðir at fundast í Moskva.
Tað skriva fleiri útlendskir miðlar, sambært TV 2.
Putin sigur seg taka undir við uppskotinum hjá Kina um at enda "akuttu kreppuna" í Ukraina, og at hann hevur virðing fyri ætlanini, skrivar The Guardian.
- Tú veitst, at vit eru til reiðar at samráðast, og vit vilja tosa um allar spurningar, eisini títt uppskot, sigur Putin.
Harumframt rósar russiski forsetin framgongdini hjá Kina seinnu árini.
- Allur heimurin hevur áhuga í hesum, og tíanverri eisini øvundsjúku, sigur Putin sambært CNN.
Hann sigur víðari, at leiðararnir hittust á sama stað fyri tíggju árum síðani. Og at londini hava ment samstarvið síðani.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo