

Vladimir Putin hevur av álvara sagt sína hugsan um kríggið í Ukraina á einum sjónvarpsfundi við herbloggarar og krígskorrespondentar.
Sambært russiska forsetanum so er tørvur á ávísum slagi av vápnum.
- Vit mangla bæði presisjónsvápn og dronur. Samtíðis styrkir vesturheimurin Ukraina so dyggiliga, at tað er brot á altjóða avtalur, segði Putin sambært TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo