Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: 28. august var fundur millum uttanríkisráðharrarnar í Útnorði, Høgna Hoydal, Vivian Motzfeldt og Thordís Kolbrún Gylfadóttir.

Ráðharrarnir umrøddu millum annað spentu støðuna í heiminum og hvat tað merkir fyri okkara øki, vaksandi samhandilin millum londini og møguleikar og avbjóðingar í ferðavinnuni. Ráðharrarnir gleddust um, at granskingarstovnarnir í teimum trimum londunum hava undirritað samstarvsavtalur, tí tað hevur stóran týdning at samstarva um at granska og savna vitan um okkara øki.

Týsdagin 29. august luttók Høgni Hoydal í ársfundinum hjá Útnorðurráðnum, har hann bar fram røðu um, hvussu samstarvið í Útnorði kann styrkjast, og hvar avbjóðingarnar eru. Boðskapurin hjá landsstýrismanninum var, at nógv samstarv er á ymsum økjum millum tey trý londini, men at tað er neyðugt at samstarvið mennist við broyttu heimsmyndini og teimum avbjóðingum, heimurin stendur í. Høgni Hoydal segði m.a. ”Eg eri sannførdur um, at tørvur er á einum sterkum og kjølfestum samstarvi millum stjórnirnar í Útnorði. Eg haldi vit eiga at skipa fyri einum toppfundi, har stjórnarleiðararnir hittast at undirrita eina yvirlýsing um tættari samstarv millum stjórnirnar í Útnorði.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo