Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Harumframt hevur danska stjórnin bundið seg til at gera eina kanning av, hvussu KT – skipanin í Føroya Rætti verður lyft upp á sama stig sum KT – skipanin, ið verður brúkt í Danmark. Tað er úrslitið av samráðingunum, sum Anna Falkenberg, hevur luttikið í sambandi við langtíðarfígging av rættarskipanini.

Talið av málum í Føroya Rætti hava verið vaksandi seinnu árini, og tí eru 3,2 milliónir settar av til setan av starvsfólkum. Eisini skulu pengar brúkast til at stigvíst taka av verandi KT-skipan.

Harumframt verður arbeitt við trygdini í sambandi við digitalum samskifti. Í tí sambandi skulu pengar setast av uttanum semjuna um langtíðarfígging av rættarskipanini. 

-Tað hevur alstóran stóran týdning, at nóg mikið av starvsfólki eru til arbeiðis í Føroya Rætti, um rættartrygdin skal vera í lagi. Tí fegnist eg um, at Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, hevur lurtað eftir okkara ynskjum og raðfest at seta pengar av til fleiri starvsfólk, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.

Nýggj KT-skipan
Eitt av aðalmálunum hjá Annu Falkenberg hevur verið, at tænastustigið í rættarskipanini í Føroyum og í Danmark er á sama stigi.

Ein forðing fyri hesum hevur verið KT-skipanin, sum Føroyar Rættur brúkar, tí P-talið verður brúkt í Føroyum og CPR-nummarið í Danmark. Men nú verða ítøkilig stig tikin til at loysa málið, tí danska stjórnin fer kanna, hvat skal til fyri javnseta skipaninar.

-Hetta hevur verið eitt trupult mál. Stjórnin vildi, at ein kanning verður gjørd, áðrenn peningur verður settur av til økið. Tí er tað gott, at gongd er komið á málið. Umframt kanningina, er stjórnin sinnað at loysa málið, tá úrslitið av kanningini er greitt. Sjálvandi má tænastustigið í Føroya Rætti vera tað sama, sum í rættinum í Danmark. Einki annað kann góðtakast, sigur Anna Falkenberg.

Í avtaluni um fígging av dómstólunum næstu trý árini stendur, at danska stjórnin í seinasta lagið í 2025 skal vera liðug við eina kanning, sum fær greiðu á, hvussu KT -skipanin í rættinum í Føroyum og í Grønlandi fáast at virka á sama stigi sum í Danmark, og hvussu minretssag.dk kann setast í verk í Føroyum og í Grønlandi.

Tá kanningin er liðug, verður hon løgd fyri flokkarnar, ið hava gjørt avtaluna um fígging av dómstólunum við tí endamáli, at tænastustigið í Føroyum og í Grønlandi verður lyft uppá sama stig sum í Danmark.

Tíðindaskrivið hjá Løgmálaráðnum sæst her.

Átøkini í avtaluni síggjast her

Anna Falkenberg

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo