Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri at hjálpa teimum, sum áhuga hava fyri tí, sum prestar hava skrivað í kirkjubøkur síðan 1687, fór Varðin í 2020 at geva út prentaði avrit av kirkjubókunum til 1892.

19. juli í ár kom Sandoyar kirkjubók, og harvið eru allar fyri Norðoyggjar, Eysturoy, Vágar, Norðstreymoy og Suðuroy tøkar.

Eftir er tann seinna  fyri Suðurstreymoy 1852-92, sum er væl ávegis. Tann fyrra fyri hetta prestagjald tók við tað sum hendi her 1757-1852. Tilsamans eru útkomnar 5.500 síður.

Ritstjóri er Johan G. Mikkelsen, sum hevur ansað eftir at skriva hvønn bókstav og hvørt tal eins og tað stendur í upprunahandritunum.

Endamálið við útgávuni er at vit og komandi ættarlið hava eina prentaða bók har við nútíðarskrift stendur nágreiniliga tað sum prestarnir hava skrivað fyri fleiri hundrað árum síðani.

Á henda hátt sleppa vit frá at fara á landsskjalasavnið at handfara tey broysknu handritini ella leita á tí ofta fløkjasliga netinum fyri at finna tað, sum áhugi er fyri. 

Men einki mannaverk er lýtaleyst. Tá vit hava havt framløgur hava vit inniliga heitt á lesarar okkara at geva okkum fráboðanir um nakað tykist vera komið skeivt fyri. So kunnu vit kekka og siga øðrum frá.

Hetta ber til við at fara inn á history.fo har Landsskjalasavnið hevur lagt avrit av øllum kirkjubókunum. Tann sum hevur tær prentaðu bøkurnar kann síggja í teimum hvar skal leitast. 

Vón okkara er, at lesarar av teimum fyrstu átta bindunum gera vart við seg soleiðis at vit kunnu seta ein rættingarlista í tað níggjunda og síðsta bindið í hesi ritrøð.

Tá ber til hjá øllum at skriva rættingar inn við hond har nakað er at viðmerkja. Vit hava tíbetur fingið nakrar fráboðanir, og okkara vón er, at fleiri gera vart við seg.

Tað økir um tann týdning, henda verkætlan fer at fáa fyri okkum øll.

Vit skulu tí heita á øll tykkum sum vilja hjálpa um at senda teldubræv við rættingum til 

kirkjubok(at)mentanarrit.fo

fyri mánadagin 16. oktober 2023.

Varðin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo