40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Ímeðan nógv verður tosað um Michelin og at bara tað besta er nóg gott er eitt rák sum gongur beint hinvegin.

Zero Waste Bistro eitur nýggj matstova í New York, og har kann tann vitjandi vera fullvísur í, at onki fer burtur, at alt innbúgv og borðbúnaður er endurnýtsla og onki - absolut onki - plastik ella annað sum kann dálka verður brúkt. Sjálvt bygningurin, har matstovan er, er bygdur við tí fyri eyga at ongin dálking og onki burturkast skal vera.

Hugskotið aftanfyri er upprunaliga finskt, har hevur matstovan Nolla í Helsinki í eina tíð gjørt tað sama. Gesturin kann vera vísur í at fáa góðan mat, sum er gjørdur úr tilfari sum aðrar matstovur vanliga ikki høvdu brúkt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo