Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er ikki so langt síðani, at fjølmiðlarnir gjørdu nógv burtur úr einum ráni – sokallaða Kongo-ráninum. Hóast eingin króna var rænd úr Føroyum, so varð hetta ránið varpað út um allar geilar.

Men tá ið okkurt tílíkt verður gjørt í Føroyum – talan er tó ikki um so stór tøl her sum í áðurnevnda ráni – so er tað rán, tá ið onkur legst á annara mans ogn, uttan heimildir.

Fyrsta Trøllanes-Ránið
Vegagerðin í Kalsoynni varð steðgað í 1981 og Trøllanes fekk ikki vegasamband við hinar bygdirnar í oynni.

Tað bleiv skipað fyri einum tyrlusambandi við Trøllanes, sum “eitt plástur á sárið”.

Til eina tyrlu kravdist ein lendingarvøllur – hóast ein tyrla kann lenda allastaðni.

Og tískil varð í skundi farið undir at gera ein slíkan vøll. Flogkønir danir komu norður og søgdu, hvar ið hann skuldi liggja.

Skundurin var stórur; tað bleiv ikki biðið um lendi, ei heldur um byggiloyvi til vøll.

Vøllurin bleiv gjørdur á matrikul nr. 10, ið er festið hjá undirritaða.

Eingin almenn atgongd var til vøllin, tað var ikki so frægt, at tað varð nevnt.

So kemur landsvegurin eini tvey/trý á seinni og kvettir tilkoyringina til stykki 10, sum er umleið 1 hektar stórt, og hetta ger tað torførari at fá grasið av stykkinum og til høldar. Táið eg so geri vart við trupulleikan, kemur Landsverk við einum genialum tilboð:

“vit leggja almennan veg frá Tyrlupallinum fram við køstinum hjá tær, tað vil siga, at tá ið tú letur køstahurðarnar upp, so koma tær út á hálvan vegin, og so gongur vegurin víðari ígjøgnum túnið hjá tær..”

Vorðið sum servisa, hesum tók eg sjálvandi ikki av. Eg kann bara skoyta uppí, at Landsverk ongantíð bjóðaði so mikið sum eitt oyra fyri rænda lendið.

Annað Trøllanes-Ránið
15. januar 1985 kom Kalsoyarvegurin endaliga ígjøgnum. Hetta kvøldið varð seinasta skotið í tunlinum skotið, og Kalsoyarvegurin var komin norður á Trøllanes. Men so var vegurin oman í bygdina, umleið 2 km, eftir at gera.

Hetta arbeiðið fór fram sum eitt reint sjálvtøkurán: ikki bleiv tosa við eigararnar, ei heldur nakran myndugleika, markahegn blivu kvett av. So kom vegurin oman í bøin. Har bleiv markahegnið flutt nakrar metrar inn á mín eigindóm. Vit høvdu havt eina jarðar útskifting, sum var liðug 31.12.1981. Millum annað var har tilskilað, at at tað var revsivert at flyta mørk, uttan at spyrja nakran.  Men tað var gjørt kortini. So hetta má koma undir rán.

Vegurin endaði heimi við bygdina. Tá lá hann 1 metur ella meira omanfyri lendið niðanfyri, also har sum tyrlupallurin liggur, og vit sluppu ikki til lendið!

So varð at tosa við Landsverk um viðurskiftini viðvíkjandi vegnum.

Viðvíkjandi omankoyring til stykkið, har tyrlupallurin liggur, var svarið: kortanei. Vit hava bjóðað tær veg ígjøgnum túnið, og tú tókst ikki av.

Men eini 2 ár seinni varð aftur tosað við Landsverk. Tá komu teir við tí loysnini, at leggja omankoyringina tvørtur um tað kommunala skúlaøkið, tó uttan at biða um loyvi, og har liggur omankoyringin í dag. Tó ikki longri enn kommunan vil, so hon hongur aftur í leysari luft!

Tá ið tosað varð um endurgjald fyri lendið, so varð svarið frá sjálvum Landsverkfrøðinginum: “Hatta var ikki matrikulerað, so hatta tosa vit ikki um.” Hetta hóast hvør bøkkur á Trøllanesi var matrikuleraður.

Fyri nøkrum árum síðani, varð eg biðin um einar 25 m2 av lendi, tí tað norðara svingið í Dalinum skuldi breiðkast. Orsøkin var, at tað var blivið ov trongt fyri teir stóru bussarnar og lastbilarnar. Men nú var svarið nei!

Tað hevði við sær, at menn frá Landsverki, Búnaðarstovuni og aðrir komu norður at kanna málið.

Tá førdi onkur  av smákongunum hjá Landsverki fram, at lendið til landsvegin var ognartikið eftir lóg frá 1882.

So vítt eg veit, er ognartøka síðsti útvegur, tá ið lendi  skal takast til okkurt alment endamál. Eingin avvarandi varð kunnaður um hesa ognartøku, hvørki frammanundan ella aftaná.

Tá ið eg vísti á, at vegurin oman til Gásadal varð goldin av Landsverki, meðan vegurin oman ígjøgnum okkara haga ikki fekk somu sømdir, var svarið, at teir hjá Landsverki mettu, at okkara hagi fekk meira nyttu av vegnum enn teir har vesturi fingu av teirra vegi.

Í metingarnevndini hevur helst ikki verið meira enn tann eini persónurin, eigararnir vórðu ikki innkallaðir. Eg meti at hendan frágreiðingin er ein lygn úr enda í annan, gjørd á staðnum, til endamálið.

Orsøkin til, at teir í Gásadali fingu endurgjald var, at eg hevði sagt teimum, hvørja viðferð, vit høvdu fingið frá Landsverki.

Tá ið skotið var ígjøgnum har vesturi, søgdu Gásadals-menn, at har skuldi eingin vegur gerast gjøgnum hagan fyrr enn goldið var. Tað gekk skjótt fyri seg: 3-4 dagar seinni var peningurin komin inn á bók hjá haganum. Skoytast kann uppí, at  báðir partarnir fingu – har er bæði ognar- og landsjørð, eins og tað er hjá okkum.

Eisini skal verða nevnt, at seinni gjørdi landið veg úr Knútsdali suður til ferjuleguna á Syðradali. Og har varð goldið fyri hann sum vanligt. (Eisini har er bæði ognar- og landsjørð)

Ískoyti: Tá ið Trøllanes-tunnilin varð skotin ígjøgnum, stóð eitt gamalt seyðhús (frá umleið 1820) soleiðis fyri, at tað tað varð tyrvt.

Hetta húsið var søguligt á tann hátt, at tað helst er elsta seyðhúsið í Kalsoynni, um ikki í øllum landinum. Stórt var tað ikki, umleið 1 favn langt innan og hálvan favn breitt. Gjørt úr gróti og flag, ikki eitt tað einasta træsprek var í tí. Húsið hevur ikki síðsta mannaminni verið nýtt til tað, tað var ætlað til.

Landsverk lat kr 98.000 í endurgjaldi fyri hetta húsið.   Her var ikki smáliga tikið til, men hetta var jú áðrenn Landsverk kom inn í mín haga.

Triðja Trøllanes-Ránið
Tá ið ferðavinnan yvirtók haga okkara, Kallsgarð, uttan so frægt sum at biðja um loyvi at fara í hagan, sum er blandaður eingindómur, ogn og landsjørð, var tað rán. Vit hava tinglisin skeytir og festibrøv til ognina – og hava øll rættindir til hagan.

So hevur talsmaðurin hjá Visit Faroe Islands ferð eftir ferð pástaðið, at ongar lógir eru til í hesum sambandi. Hesin maðurin man vera analfabetur, tá ið hann úttalar seg soleiðis.

Í 2019 fóru umleið 25.000 fólk í hagan hjá okkum, hagin er umleið 160 HA. Talið á fólki í haganum er mett eftir tølunum hjá Strandferðsluni, hvussu mong ið vórðu flutt í og úr Kalsoynni hetta árið.

Tað, sum vit fáa burtur úr ferðavinnuni er bert ein brotpartur av ránunum.

T.d. eygleiddi eg gongdina ein dagin í august 2021. Tá fóru umleið 200 fólk og nakrir hundar í hagan. Og bert eitt fólk bað okkara ferðaleiðara koma við sær.

Nú Corona fór at gera um seg og ferðavinnan ikki gav tað sama, sum hon hevði gjørt frammanundan, var Landsstýrið skjótt úti við hjálparpakka til teirra sum mistu.

Okkara ferðaleiðari søkti eisini. Svarið var, at hansara inntøka var so lítil, at hann bara kundi fáa eina rættiliga lítla upphædd.

Niðurstøðan av hesum var, at teir, ið rændu mest, fingu mest í corona-stuðli.

Um gongd í haga
Tað varð ongantíð átalað frá almennari síðu, at Visit Faroe Islands sendi ósannar og villeiðandi upplýsingar út. Ikki bara eina ferð; men ferð eftir ferð var hasin analfabeturin í fjølmiðlunum.

Skal fáast skil á gongd í haga, so má fyrst og fremst farast til teir, sum eiga hagarnar og ikki til teir, sum ynskja at ráða í høgunum – at taka málið frá reyvina av gevur onga loysn.

Eg skal bara vísa á, at í festibrævinum hjá mær stendur, at eg havi øll rættindini, váttað við átekning frá Føroya Rætti.

Ognin, sum er í haganum, er ogn hjá ávísum fólkum, og ikki fyri hvønn sum helst at válka sær í.

Ein gøta er løgd frá bygdarvegnum út til vitan á Kallinum. Tey, sum vara av vitanum og røkja hann, hava rætt til at nýta hesa gøtu.  Hesin serligi gongurættur er áteknaður av Føroya Rætti.

Við jarðar útskiftingini í 1981 hevur viðkomandi hagi øll rættindi á sínum øki –  eisini hetta er áteknað  av Føroya Rætti.

Samanumtikið er málið rættuliga greitt - ognarrætturin vikast ikki.

Um onkur ynskir sær ein túr í hagan, eigur viðkomandi í minsta lagi at venda sær til eigaran at biðja um loyvi til tess.  Tað er jú vanligur fólkaskikkur.

At enda: Um útskiftingina
Í oktober 1981 fór útskiftingin fram. Av misgáum vórðu sethús míni og aðrir bygningar, ið eg eigi, komnir at standa á landsjørð. So varð tosað við Búnaðarstovuna um at fáa undirlendið til ognar.

Tað lat seg ikki gera. Tað mátti keypast, og tað bleiv so gjørt. Rokningin var ógvuliga nágreinilig: 34,00 kr fermeturin og 4,80 fyri avloysing av biti. Hetta vísir seg at vera í so umstendiligt.

Tá ið man veit, at bóndahúsini hava staðið her í minst 400 ár. Og ætt okkara hevur sitið á garðinum – samanhangandi – í 324 ár.

Í mun til tað, ið Landsverk hevur rænt her í dalinum, meira enn 2 hektarar av lendi,  er hetta smáting,

Av hesum er 1 hektorur asfalteraður, og ikki so mikið sum bitið er avloyst.Samanumtikið so hevði eg væntað mær frægari sømdir, við einum samanhangandi festi hjá ættini uppá 324 ár, í mun til ránið hjá Landsverki.

PS.  Við flytingini av markahegninum, sum frammanfyri er nevnt um, vórðu umleið 200/300 m2 fluttir úr haga mínum til grannahaga.

3. mei  2022
Jógvan Joensen, bóndi

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo