

Randy Meisner, pensjoneraður amerikanskur sangari og ein av stovnarunum av Eagles, doyði 26. juli í Los Angeles av kroniskari lungnasjúku, sambært heimasíðuni hjá bólkinum.
Hann gjørdist 77 ár.
Meisner var gittarleikari, men spældi eisini bass og sang fleiri sangir, millum annað «Take it to the Limit».
Hann gavst í bólkinum í 1977, og spældi einaferð aftur við bólkinum í 1998.
Hann náddi at vera við á albuminum «Hotel California» frá 1976, eitt av mest seldu albumum nakrantíð við rockklassikaranum «Hotel California.»
Randy Meisner, Eagles Co-Founder and Singer of 'Take It To The Limit,' Dies at 77 https://t.co/uC0XRERBig
— Variety (@Variety) July 27, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo