40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Forlagið Ungu Føroyar: Nýggja væl skrivaða bókin hjá Daniali Viðoy eitur Rangstøða. Hon er, eins og fyrra bókin, um norðoyingin Bartal og vinmenn hansara.

Frásøgnin er opinskárað, einki verður lagt niðurvið.

Á baksíðuni stendur: Tað var, sum hevði ongin onnur genta í verðini nakað týða, ongin hevði nakað at bjóða, tað var bara Bára, ið kundi gleða mítt hjarta.

Og so hevði eg sjálvur vavt meg upp í eina sak, ið eg var vorðin bundin av. Eg gretti ikki fyri nøkrum, hvat eg var í holtur við. Eg hevði vavt meg upp í ein dyst, eg ikki vildi spæla. Men eg kundi heldur ikki bara sita á bonkinum og hyggja at.

Ungu Føroyar
Rangstøða er framhald av Tvístøðu, men kann eisini lesast sum sjálvstøðug skaldsøga.

Tilverugrundarlagið er broytt. Bartal er fluttur niður
til Keypmannahavn og roynir at finna seg til rættis í forvitnisligu tilveruni. Møguleikarnir eru nógvir og freistingarnar stórar. Men júst sum gerandisdagurin er byrjaður, verður Bartal knýttur í eitt stríð, hann heldur vildi verið fyriuttan. Óveruleikakendar avdúkingar broyta lívsáskoðanina. Lívið bankar aftur uppá. Silja letur eina ófrættakenda og óhugnaliga verð upp fyri Bartali.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo