40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Manchester United og Newcastle United leiktu seg í kvøld víðari til hálvfinalurnar í Carabao Cup, sum er tann minna steypakappingin í Onglandi. 

Á Old Trafford vann Manchester United 3-0 móti Charlton Athletic, meðan Newcastle United vann 2-0 heima móti Leicester City.

Marcus Rashford er í hopla fyri tíðina og skeyt eisini tvey mál í dystinum í kvøld, hóast hann ikki spældi meira enn umleið 30 minuttir.

Hann kom inn í seinna hálvleiki, og tá var støðan 1-0 til United, eftir at Antony hevði lagt heimamenninar á odda í 21. minutti. 

Málini hjá Rashford komu í 90. og 94. minutti.

Málini hjá Newcastle United skutu Dan Burn (60) og Joelinton (72). 

Í annaðkvøld eru hinar báðar fjórðingsfinalurnar í Carabao Cup á skránni. Nottingham Forest tekur móti Wolverhampton Wanderers, meðan Southampton tekur móti Manchester City.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo