Navnframi Rasmus Paludan skal vera ávegis til Føroya. Tað veit KvF frá fólki, sum hava sæð hann umborð á Norrønu, sum leggur at í Havn seint í annaðkvøld.
Rasmus Paludan er maðurin sum um nakar er ímyndin av ruðulleikanum við koranbrenningum, sum hann hevur skipað fyri nærum uttan íhald uttanfyri sendistovur hjá fleiri muslimskum londum fyri at tirra og øsa tey og teirra landsmenn. Fyribrigdið hevur eisini breitt seg til Svøríkis.
Politiið í Føroyum váttar fyri KvF, at tað hevur fingið kunning frá politinum í Danmark, um at Rasmus Paludan er á veg hendaveg, men onki er frætt um, at hann ætlar at skipa fyri nøkrum tiltaki her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo