Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Fríggjakvøldið spælir hittmakarin Rasmus Seebach á Summar Festivalinum. Roknað verður við ársins størstu poppkonsert í Føroyum, tá ið Seebach fer á pallin á Vágsbø.

Eitt er, at Rasmus Seebach hevur stóra undirtøku og nógv hitt, annað er, at hann hevur sína stóru framleiðslu við Føroya. Fleiri bingjur við útgerð eru fluttar til Føroya, og tað verður tí eitt rimmar show á Vágsbø fríggjakvøldið.

Rasmus Seebach er longu komin til Føroya. Hann ynskti at vera nakar dagar í Føroyum í sambandi við konsertina á Summar Festivalinum og uppliva eitt sindur av Føroyum. Í dag hevur Seebach verið á útferð í Vágum – hann vitjaði eitt nú í Gásadali.

Konsertin við Rasmus Seebach verður á Vágsbø fríggjakvøldið kl. 21:00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo