Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kelda forsiðamynd: Dmi, NEA-modellið. Avfalsøkið (í grønum) sunnunáttina 11. juni kl 00 utc

Kelda: ECMWF-modellið fyri sunnudagin, 11. Juni 2023 kl 18 utc. Brúgvalagið er farið fram við okkum og fer eystureftir, ímeðan eitt hátrýst sunnan fyri Ísland mennist

Veðurstovan: Eftir at eitt hátrýst hevur ligið um okkara leiðir síðani byrjanina av hesum mánaðinum, fáa vit í Føroyum vitjan av einum brúgvalagi vestaneftir sunnunáttina. Støðan broytist tó skjótt aftur, tí eitt nýtt hátrýst fer at mennast og liggja tætt við Føroyar dagarnar, ið koma aftaná.

Regnið kemur vestanífrá, og seinnapartin í morgin kann tað fara at sirma í støðum. Í annaðkvøld verður væntandi regn um alt landið til og við sunnunáttina. Sunnumorgun slítur í, og sum frá líður fer tað væntandi at klárna av útnyrðingi. Meginpartin av sunnudegnum eru tískil góð líkindir fyri sól í teimum flestu støðunum í Føroyum.

Hátrýstið, sum aftur fer at leggja seg beint sunnan fyri Ísland, fer eftirfylgjandi at hava sína ávirkan á veðrið um okkara leiðir. Vit kunnu tískil vænta okkum støðugt veður í komandi viku við lítlum vindi og sól. Tó sleppa vit ikki heilt undan skýggjum, og í støðum kann veðrið til tíðir vera támut við mjørka ella sirmi.

Kelda: ECMWF-modellið fyri sunnudagin, 11. Juni 2023 kl 18 utc. Brúgvalagið er farið fram við okkum og fer eystureftir, ímeðan eitt hátrýst sunnan fyri Ísland mennist

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo