Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Heilsuhjálparafelag Føroya hevur gjørt vart við á Starvsfólkadeildini hjá TK, at okkara limir í kommununi, ið eru 67 ár og eldri og framvegis eru í starvi, ikki hava fingið sína eftirløn útgoldna, saman við lønini. Hesin skeivleiki er rættaður, so øll ið eru í starvi í dag, fáa eftirlønina útgoldna saman við lønini.

Tað snýr seg um eini 50 starvsfólk, sum fáa eitt útgjald einaferð tíðliga í komandi árið.

Ì nøkrum førum eru upphæddirnar omanfyri 100 túsund krónur,  nakrar upphæddir eru á 50 túsund, 20 túsund og heilt niður í 8 túsund krónur.

Orsøkin til, at tað hevur tikið rúma tíð, at útgjalda, sambært kommununi, er at tað skulu stórar útrokningar gerast, sum skulu eftirroknast og má atlit takast til, har upphæddirnar eru so stórar, at tær ikki koma at ávirka útgjaldið av fólkapensiónini.

Mary Antonsdóttir, forkvinna
Heilsuhjálparafelag Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo