Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað hevur gingist illa hjá Føroyum at klára seg uttan danska blokkin, og nú sær út til at Føroyar hava fingið ein nýggjan blokkveitara - reiðarí og alifeløg.

Roynt hevur verið at fingið yvirskot á fíggjarlógini - og tað við blokkinum á góðar 600 milliónir danskar krónur - og hava fleiri víst á, at trekkja vit hesar góðu 600 donsku blokkmilliónir frá, so er undirskot. Og verður alt trekt frá sum danski staturin rindar Føroyum, so liggur undirskotið um 1 milliard.

Tvey tey seinastu árini hava reiðarí og alifeløg goldið hundraðtals milliónir til landskassan í uppboðssølu-, veiðu- og tøkugjøldum.

Í 2017 góvu uppboðssøla og veiðigjald landskassanum 300 milliónir krónur, og mett verður at hetta tal liggur um tað sama í ár.

Tað vil siga at tiknar eru 600 milliónir krónur út úr reiðaríunum seinastu tvey árini og fluttar beinleiðis í landskassan.

Tøkugjaldið hjá alivinnuni var í 2017 um 170 milliónir krónur, og mett verður at tøkugjaldið verður nakað tað sama aftur í ár, tað vil siga um 340 milliónir krónur fyri bæði árini.

Fyri í ár við uppboðssølu, veiðugjøldum og tøkugjøldum vera goldnar um 470 milliónir føroyskar krónur beinleiðis í landskassan.

Hevur gingist illa at sleppa av við danska blokkin, sum roynt hevur verið nú í mong ár, uppaftur verri verður at sleppa av við henda nýggja blokkin, sum vinnan nú rindar, og sum nærkast danska árliga blokkinum.

Líkaso kærkomnar sum donsku blokkmilliónirnar eru til tess at kunna reypa av einum yvirskoti á fíggjarlógini við, ikki minni kærkomnar gerast nýggju føroysku blokkmilliónirnar í komandi tíðum at fíggja ovurhonds stóra vøksturin í almennu umsitingini við.

Ein boomerang er tveitt upp í loft.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo