Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sáttmálarnir millum Føroya Reiðarafelag og tey trý manningarfeløgini fóru úr gildi 1. apríl. Samráðingarnar millum Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið eru framvegis í gongd, meðan Semingsstovnurin hevur skipað samráðingarnar millum Reiðarafelagið og Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

Reiðarafelagið hevur verið til seming við Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag seinastu dagarnar, har Semingsstovnurin hevur roynt at funnið semju. Hetta er tíverri ikki eydnast.

Allir tríggir partarnir hava havt krøv um broytingar í eykapørtum, men hesi krøv stríða ímóti hvørjum øðrum. Semingsstovnurin heitti tí á partarnar um at sleppa hesum krøvum fyri at koma víðari í samráðingunum.

Føroya Reiðarafelag og Maskinmeistarafelagið vóru til reiðar at sleppa hesum krøvum við tí fortreyt, at allir partar tóku undir við tí. Føroya Skipara- og Navigatørfelag vildi ikki ganga hesi áheitan á møti. Tí valdi Semingsstovnurin at gevast við semingsroyndini í gjár.

Eftir at Semingsstovnurin legði frá sær, hevur samskifti verið millum Reiðarafelagið og Maskinmeistarafelagið, og partarnir hava avtalað at leingja sáttmálan til og við 22. apríl 2022 á midnátt. Sáttmálin við Fiskimannafelagið er eisini longdur, og samráðingar verða eftir ætlan tiknar uppaftur í morgin, týsdagin.

Føroya Reiðarafelag
Stefan í Skorini, stjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo