Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

SMS: Fyri eini viku síðani gjørdi hann bart í finaluni í donsku Melodi Grand Prix kappingini, og nú kann SMS við stoltleika avdúka, at Reiley vitjar á Torginum komandi mánadag.

Reiley, sum nógv tónleikakøn meta hevur góðar møguleikar í altjóða Euro Vision finaluni í Liverpool í mai við sanginum “Breaking my heart”, gleðir seg eisini at sleppa á pall í Føroyum, og vit í SMS eru sera glað fyri at geva Føroya fólki møguleika at hoyra føroysku stjørnina í heimbýnum hjá sær.

Tað verður nú mánadagin 20. Februar klokkan 16.30, at Reiley fer á pallin á Torginum í SMS at framføra tveir sangir, men fyrst fer Heðin Mortensen, borgarstjóri, at bjóða Melodi Grand Prix vinnaranum og øllum øðrum vælkomnum.

Eftir framførsluna verður tað eisini møguleiki at fáa bæði eina autograf og eina selfie við Reiley.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo