- Sum heild hevur arbeiðið at gera nýggju langsíðuna á Tórvølli gingið væl. Veðrið argaði eitt sindur í vetur og so hevur koronatíðin eisini verið avbjóðandi. Men arbeiðsfólkið hevur verið gott, og ætlandi verður alt liðugt um eitt ár, sigur Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari hjá Fótbóltssambandi Føroya við heimasíðuna hjá FSF.
Fyri trimum árum síðani varð avgerð tikin um at taka gamla FSF-húsið niður, og síðani byggja nýtt. Tað er J&K Petersen, saman við MAP Arkitektar, ið stendur fyri arbeiðinum, og í løtuni sær út til, at tíðarætlanin fer at halda.
Tiltakið er fyri innbodnum og byrjar klokkan 15:00.
Tá Tórsvøllur stendur liðugur verður pláss fyri umleið 5.000 áskoðarum. Fyrsta stóra tiltakið á einum fullfíggjaðum Tórsvølli, verður EM-endaspælið fyri Gentur U17, sum verður í Føroyum í apríl-mai komandi ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo