40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbankin: Rentuútreiðslurnar hjá føroysku sethúsaeigarunum eru øktar góðar 34 mió. kr. í 2022 í mun til í 2021. Verður rentustuðulin drigin frá svarar tað til 22 mió. kr. Tað er ein vøkstur á 12% í mun til tað, sum var goldið av rentum á bústaðarlánum í 2021.

Renturnar eru hækkaðar støðugt í 2022, og tað er fyrstu ferð, at renturnar eru hækkaðar í mong ár, sí mynd 1. Árliga broytingin í miðalrentuni á bústaðarlánum hjá føroysku húsarhaldunum var 0,89 prosentstig í januar 2023 í mun til januar 2022.

Í januar 2022 var miðalrentan 2,61% á bústaðarlánunum í føroysku bankunum og donsku realkredittstovnunum tilsamans, og í januar 2023 var miðalrentan 3,5%; hon er sostatt økt 0,89 prosentstig.

Rentuútreiðslurnar hjá føroysku sethúsaeigarunum eru øktar góðar 34 mió. kr. í 2022 í mun til í 2021, sum svara til 22 mió. kr. tá ið rentustuðulin er drigin frá. Tað er ein vøkstur á 12% í mun til tað, sum var goldið í rentum á bústaðarlánum í 2021.

Sostatt eru livikostnaðirnir hjá føroyingum ikki bert øktir av inflasjón hetta seinasta árið, men eisini av rentuhækkingum.

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 1. ársfjórðingi 2023 her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo