Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sohvørt sum politiski landsmyndugleikin seinru nógvu árini hevur kastað ábyrgd og ræði frá sær í fleiri av vitalu stórmálum samfelagsins, eru kommunurnar vorðnar ein stjórnarberandi meginfaktorur í landinum.

Á Vaglinum er parlamentariska øðin og trongdin, eftir at hava ein fingur við í spælinum - í at kalla øllum - kortini ikki viknað, heldur hinvegin, áhaldandi ger landspolitiski geirin royndina at disponera yvir fænum í kommunalu kassunum, og tað ber til, tá hesi eiga eksklusiva leikin fyri borgaran, at sita við lóggevandi valdi landsins.

Tí er umráðandi at kommunali geirin er væl skipaður, og ger vart við seg, tá ólíkindini gerast í meira lagi herskin.

Kom einaferð á tal við ein eldri fiskimann, sum helt óvanliga lítið um fólkið í eini ávísari bygd í Føroyum. Spurdi hví hann generaliseraði soleiðis, og hann var ikki seinur at kvittera: “Eg var einaferð til skips saman við einum manni haðani, - tí kenni eg slagið(!)”

Sirið Stenberg hevur verið á einum republikanskum ressingarmøti á Finsen í Havn hin 9. mars. Har hoyrdi hon éin mann, ið hevur verið avvarðandi, finnast at gongdini og viðurskiftunum á eldraøkinum hesi seinru árini í mun til støðuna sum hevði verið, sum skilst, tá høpið lá undir landsmyndugleikanum.

Vit eru farin frá nærleiðslu til fjarstýring, endurgevur hon mannin fyri at hava sagt. Eftir tað guvar bara svávilroykur úr grein hennara, republikanskur forvirringur, við støði í eini subjektivari viðmerking á einum hissini konventi, sum Tjóðveldisflokkurin hevði sett á pall miðskeiðis í høvuðsborgini.

Úr illa laðaða varða (grein) hennara bert hesi brot:

“Undarligt at man ikki hevur hugt at starvsfólkabygnaðinum í dag........ vit hoyra javnan um fleiri leiðsluløg og tungan og stirvnan bygnað......... partur av leiðslubygnaðinum kundi farið til starvsfólkaorku “á gólvinum”........ dagliga samskiftið við leiðsluna hvørvur ígjøgnum fleiri løg av fólki, og nærleikin verður burtur.......... tí mugu vit áhaldandi seta spurnartekn við, hvussu vit skapa bestu umstøður fyri tey, sum vit skulu hjálpa.”

Landspolitikararnir tveittu byrðuna av herðunum fyri góðum 7 árum síðan, táið tað snýr seg um eldraøkið. Sum á so mongum økjum maktaðu teir ikki meiri, megin sveik, ella vóru ov fáar atkvøður í heinta, og tá má onkur annar taka um endan. Tað gjørdu kommunurnar, sum veruliga taka ábyrgd fyri sínum borgarum líkamikið hvussu víkur og vendur.

Yvirhøvur er fatanin millum manna, at høpið í allar mátar er væl betri rikið nú enn frammanundan og at tænastustøðið er munandi hækkað.

Roðin er næststørsta eldraøki í landinum, og sum stýrisformaður í 5-6 ár fái eg bert sagt nakað burturúr okkara egnu royndum á økinum, og lat meg sláa fast, at eg als ikki kenni meg aftur í hesum svarta tosinum hjá Sirið Stenberg.

Sjóvar, Nes- og Runavíkar kommunur hava lagt nógva orku í, saman við leiðsluni í Roðanum, at menna tænasturnar á eldraøkinum, og kommunurnar hava, umvegis stýrið og bý- og bygdaráðini, ikki verið pírnar, táið tað snýr seg um at leggja rygg og kollektiv lógvatøk til rakstur og um- og nýbyggingar. Roðin hevur staðið í rúkandi menning hesi seinru árini.

Roðin eigur 5 bygningar. Vesturskin á Toftum, Sjóvarlon á Strondum, Vistarheimið í Runavík, Dagtilhaldið fyri minnisveik á Skála og Eysturoyar Røktar- og Ellisheim í Runavík.

Viðvíkjandi uppáhaldinum hjá frúnni Stenberg, um at man er farin frá nærleiðslu til fjarstýring, er at viðmerkja, at Roðin er skipaður við einum ovasta leiðara (samtaksovasta) og deildarleiðarum á øllum deildum (nærleiðsla). Deildarleiðararnir á røktareindunum, á demenstænastuni og heimatænastuni eru sjúkrarøktarfrøðingar. Deildarleiðarin á terapieindini er fysioterapeutur.

Eitt av endamálunum við hesum er at tryggja sambandið og tryggleikan millum starvsfólk, búfólk og tey avvarðandi.

Orsøkin til, at hildið verður fast við eitt høgt støði á økinum, við vælútbúnum deildarleiðarum, liggur í ætlan um at tryggja fakligu dygdina á eldraøkinum, sum vit varða av. Kann ætla at støðan er á leið hin sama aðrar staðir í landinum.

Hví Sirið Stenberg er farin at høsnast við eldraøkið, góð 7 ár eftir at løgting og landsstýri av ómegd tveittu ábyrgdina frá sær, kann bara gitast um – kanska er tíðin komin til at blása í illa trevsaða valbjølgin – nú tann tíðin nærkast.

Tá plaga summi at tosa um alt annað enn tað, sum krevst fyri at stjórna danska heimastýrinum í Føroyum - ella um tað skuldi verið - at sitið fyri endanum á eini føroyskari republikk.

Fyri Roðan kann eg sum stýrisformaður siga, at vit hava ikki brúk fyri, at landspolitikarar tosa eldraøkið niður og norður í eitt svart hol.

Meðan aðrir flokkar hava verið so frægir, at teir hava vitjað Roðan – leiðslu og stýrisovasta – hava vit ikki hoyrt tað látið úr Tjóðveldisflokkinum, helst tí at teinurin av Vaglinum er ov drúgvur, og tí at lagaliga metrosexuella huglagið viknar - sohvørt sum tú flytir teg burtur frá eingjargørðunum kring um høvuðsborgina.

Annars kann samanumtikið sigast, at Roðin ongan bíðilista hevur í løtuni, allar deildir eru virknar og manning er á øllum postum.

Tað einasta vit ikki hava brúk fyri í løtuni er ørkemlandi republikanskum forvirringi, sum kann bumba økið aftur í tíðina, táið landspolitikarar okkara høvdu ábyrgdina av eldraøkinum.

Frið, arbeiðsfrið, - tað er tað einasta vit ynskja okkum.

Takk.

tórbjørn jacobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo