Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ein av okkara allarmætastu superkværulantum hevur i fleiri ár plágað sakleysar lesarar við nøkrum sonevndum "bloggum", har hann við frelstum fremstafingri háðar, knarrar og knokkroytir alt og øll fyri minimalar smáfeilir, politiskar petitessur og heilt triviellar bagatellir.

Tað forlorna forargilsið og tann súra jamringin hava einki minstamark hjá hesum erkvisna meginrevsara.

Sjálvt svávulspredikantar í 1930unum virkaðu sum sakleys góðdýr samanbornir við tann ovurmoraliserandi og forargaða Kruse.

Moral-Kruse hevur jú sjálvandi "rætt" til sínar frístílar, tí vit hava bæði skrivi- og vrøvlifrælsi eftir tí donsku grundlógini.

Men tá ið man setir seg at grýta við so stórum gróti sum Kruse kastar eftir sakleysum fólki, eigur man at hava sterkar termorútar í stovuni. Annars kann Kruse skjótt liggja heilt víðopin úti á geilum.

Í løtuni grenjar hann um, at politikarar takka álitisfolki fyri at hjalpa i "force majeure-støðu". Men øll vita, at Kruse hevði eisini grenjað og kritiserað teir, hvis teir IKKI høvdu takkað hjálparfólki.

Sum danskarar taka til:

"Han er bestemt ikke ked af det!"

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo