Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Góðu tingfólk – latið vera við at  koyra fólk, sum eru í tillagaðum størvum niður í løn.

Tað var eitt ómetaliga stórt vónbrot at lesa álitið frá Trivnaðarnevndini um tillagað størv.

Eg skilji ikki, hvussu ein kann fáa seg til at halda, at tað er rætt at taka so stóran part av lønini og rættindum frá fólki, sum frammanundan hava avbjóðingar.

Eingin grundgeving er komin fyri, hví tað júst er her, ein skal spara.

Er tað tí at ein roknar við, at tá tey eru í tillagaðum størvum, so orka tey ikki at mótmæla?

Ella halda tingfólk ikki, at fólk í tillagaðum størvum eru menniskju sum øll onnur, hava uppihaldsskyldu fyri øðrum og hava fastar útreiðslur sum øll onnur?

Passar tað veruliga, at allir samgongulimir halda tað er rætt at taka 2.100 krónur um mánaðin frá fólki í tillagaðum starvi?

At skipa so fyri, at hjá nógvum, sum bera brek og hava aðrar avbjóðingar, skal  tað ongantíð loysa  seg at fáa útbúgving?

At taka rættin til sáttmálaløn frá fólki – bara tí tey eru í tillagaðum starvi?

Hvussu kunnu fólk í Miðflokkinum siga tað á nakran hátt er moralskt rætt?

Hvussu kunnu fólk í Fólkaflokkinum siga, at tað skal loysa seg at arbeiða – og so revsa fólk, tí “ov nógv” velja at arbeiða, heldur enn at fara á fyritíðarpensjón?

Og hvussu kann Sambandsflokkurin siga seg vera “sosialt sinnaðan”, og so aktivt arbeiða fyri, at fólk, sum hava avbjóðingar, skulu virðast minni?

Hetta er skeivt á so ómetaliga nógvum økjum. Ein sparir ikki, um fólk heldur velja at ikki arbeiða. Heilsa teirra verður verri, tey skulu hava pengar frá landinum gjøgnum aðrar skipanir tá, og vit missa teirra íkast á arbeiðsmarknaðinum.

Men meira enn tað – hví eggja fólki til at melda seg úr sosiala lívinum í samfelagnum, úr tí at føla seg at vera til nyttu, og hví siga so beinleiðis við fólk, at tí at tey hava avbjóðingar, so eru tey minni verd?

Hendan lógarbroytingin er skeiv. Hon er ómoralsk, órættvís og óskilvís.

Er hetta veruliga tann samgongan, sum so greitt sigur, at tí at nógv fólk við avbjóðingum vilja vera við at byggja land og taka lut í okkara samfelag, so skulu tey revsast?

- Regin Berg, avvarðandi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo