Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ófriður á almenna arbeiðsmarknaðinum hevur seinastu árini verið eitt afturvendandi fyribrigdi. Tað er tí átrokandi at kjakast um, hvussu verandi samráðingarskipan virkar, og hvussu vit seta yvirskipaðu karmarnar fyri lønarvøksturin í samfelagnum. Endamálið er at tryggja kappingarføri og støðufesti í føroyska búskapinum og á arbeiðsmarknaðinum, til gagns fyri vælferðina í Føroyum

Í hesari tíðargreinini eru høvuðsboðskapirnir:

- Tað er tørvur á at knýta lønarvøksturin í almenna geiranum at lønarvøkstrinum í privata geiranum.

- Tað er tørvur á einum meginfelagi á fakfelagssíðuni, so tað ber til at viðgera yvirskipaði viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum millum arbeiðsgevara- og løntakarasíðuna.

- Semingsstovnurin má fáa fleiri amboð til at loysa ósemjur á arbeiðsmarknaðinum.

So hava vit enn einaferð havt ófrið á almenna arbeiðsmarknaðinum. Seinasti arbeiðssteðgurin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum var bert ein av mongum arbeiðssteðgum á heilsu-, røktar- og umsorganarøkinum seinastu árini.

Tá ið arbeiðssteðgir ganga aftur á viðkvomum samfelagsøkjum, er skilagott at seta sær spurningin, um tann almenna samráðingarskipanin riggar nóg væl, og hvat kann gerast fyri at bøta um skipanina.

Tørvur á at knýta lønarvøksturin í tí privata og tí almenna saman
Í Føroyum eru tað samráðingarnar við arbeiðarafeløgini, sum seta lønarkarmin fyri aðrar kollektivar samráðingar á privata arbeiðsmarknaðinum. Endamálið við hesum er at varðveita kappingførið hjá føroyska samfelagnum, sum er í harðari altjóða kapping.

Kappingarførið hjá útflutningsvinnuni er ein grundleggjandi fortreyt fyri at tryggja vælferð í landinum. Tí er eisini í øðrum norðurlondum vanligt, at tað er útflutningsvinnan, sum setur karmin fyri lønarhækkingarnar í samfelagnum sum heild.

Hetta norðurlendska modellið fyri lønargongdina er gjørt til smáar og opnar búskapir við einum stórum almennum geira, har kappingarførið er avgerandi fyri vælferðina í landinum. Norðurlendska modellið hevur yvir tíð víst seg at tryggja eina støðuga búskapargongd, har áhugamálini hjá bæði arbeiðsgevarum og løntakarum sum heild verða gingin á møti – bæði í tí almenna og tí privata[1].

Á føroyska arbeiðsmarknaðinum er tó ongin skipan, sum knýtur saman lønarvøksturin á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum.

Reguleringsordningen í Danmark
Danmark hevur síðani 1984 haft sonevnda Reguleringsordningen, sum tryggjar ein samanhang í lønarvøkstrinum í almenna og privata geiranum, har almenni geirin tillagar seg lønarvøksturin í tí privata. Lønstrukturkomiteen sigur í 2023, at “Modellens grundprincip er, at den konkurrenceudsatte del af den private sektor sætter lønstigningstakten for de øvrige dele af arbejdsmarkedet, herunder den offentlige sektor”. Skipanin hevur við sær, at um almenni lønarkarmurin er lægri enn á privata arbeiðsmarknaðinum, verður hann reguleraður upp, og um almenni lønarkarmurin er hægri enn tann privati, verður hann reguleraður niður.

Tað er neyðugt, at vit í Føroyum fáa eina skipan, ið minnir um Reguleringsordningen, fyri at tryggja kappingarførið og eina javna búskapargongd. Við verandi skipan kann vandi verða fyri, at ófriður og lønartrýst á almenna arbeiðsmarknaðinum flytur seg yvir á privata arbeiðsmarknaðin, til skaða fyri búskapin og vælferðina. Tørvur er á at tryggja, at tað eru útflutningsfyritøkurnar, sum eru lønførandi. Hinvegin kann ein skipan sum Reguleringsordningen verða við til at tryggja, at almennu lønirnar ikki dragna í mun til tær privatu.

Fíggjarmálaráðið er somuleiðis støðugt aftur út við at endurnýggja sáttmálarnar við fakfeløgini, og hetta skeiklar samráðingarnar. Ein skipan, sum líkist tí donsku, hevði eisini kunnað betrað um hesi viðurskifti, tí tað hevði verið ein størri automatikkur í skipanini.

Møguligar stillingar av lønarbygnaðinum mugu vera væl grundaðar
At tað er automatikkur í skipanini merkir ikki, at tað er ógjørligt at gera tillagingar millum lønarlagið hjá ymsum bólkum. Tó er tað umráðandi, at tað ikki verður gjørt ov ofta, at tað er væl fyrireikað, og at tað er grundað á saklig og gjøgnumskygd kriteriu. Tí eiga møguliga stillingar av lønarskipanini at verða gjørdar grundað á neyvt undanarbeiði hjá nevnd við fakfólki og umboðum fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Annars er vandi fyri, at lønarstillingar verða ásettar í einum skiftandi politiskum gávuhandli. Eins og vit t.d. hava sæð nú við tí nógv umrødda lønarlyftinum, har einki fakligt undanarbeiði varð gjørt áðrenn.

Um vit aftur skulu samanbera við Danmark, so varð Lønstrukturkomitéen sett at greina lønarstrukturarnar á danska arbeiðsmarknaðinum, júst fyri at hava eitt fakligt grundarlag.

 Ongar yvirskipaðar semjur
Í Føroyum hava fakfeløgini einki meginfelag, sum kann taka upp yvirskipað mál og avgerðir fyri fleiri starvsbólkar í senn.

Arbeiðsgevarafeløgini samráðast við ymisk fakfeløg óheft av hvørjum øðrum. Hetta kann leggja eitt stórt trýst á samráðingarskipanina, tí illa ber til at gera yvirskipaðar semjur, sum fevna um eitt stórt arbeiðspláss ella um ein heilan geira.

Hóast fakbólkarnir arbeiða lið um lið, ber við verandi skipan ikki til hava yvirskipaðar samráðingar um t.d. lønarkarm, og síðani eftirfylgjandi samráðingar við tey einstøku feløgini um ítøkilig mál innan teirra sáttmálaøki.

Í grannalondum okkara er vanligt, at fakfeløg skipa seg í meginfeløg. Tá ber til at samráðast um yvirskipað viðurskifti við eina størri eind, sum kann taka avgerð fyri sínar limir. Síðani verður farið niður í smálutir í teimum einstøku sáttmálunum. Higartil hevur ikki borið til hjá fakfeløgunum at skipa seg í eitt ella nøkur fá meginfeløg. Tað er tó eingin ivi um, at tað hevði givið ein betri skipaðan arbeiðsmarknað, um fakfeløgini høvdu megnað at komið á mál við hesum.

Hevur Semingsstovnurin røttu amboðini?
Á privata arbeiðsmarknaðinum hava vit havt eina semingsmannaskipan í útvið 100 ár, og skipanin hevur øll árini verið við til at fyribyrgt arbeiðsósemjum og at loysa tær trætur, sum hava verið. Í 2013 varð skipanin so víðkað til at fevna um allan arbeiðsmarknaðin, eisini tann almenna. Hóast fleiri arbeiðsósemjur á almenna arbeiðsmarknaðinum seinni árini, hevur stovnurin eisini her viðvirkað til at finna semjur og loysnir millum partarnar. So samanumtikið er Semingsstovnurin ein týdningarmikil liður í, at arbeiðsósemjurnar ikki hava kollsilgt føroyska búskapin og vælferðina.

Nú løgtingslógin um seming fylti 10 ár í ár, er tíðin búgvin til at vit eftirmeta, um Semingsstovnurin hevur øll tey neyðugu amboðini til at finna semjur millum partarnar. Aðrastaðni síggja vit, at semingsstovnurin hevur víðari heimildir, eitt nú heimild at knýta sátttmálar saman og at útseta verkføll í longri tíðarskeið í mun til reglurnar í Føroyum.

Verandi føroyska semingsskipan, sum er galdandi fyri allan arbeiðsmarknaðin, er framvegis ung og kanska ikki líka búgvin sum aðrastaðni, har partarnir hava havt fleiri ár at trýstroyna og tillaga skipanina. Eisini Í Føroyum eiga vit at viðgera, um verandi semingslóg treingir til dagføringar, sum kunnu geva Semingstovninum fleiri amboð at betra um stabilitetin á arbeiðsmarknaðinum.

Niels Winther
Stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelagi

[1] Lønstrukturkomitéen (2023) s. 17

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo