Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Hjún verða kannað fyri fimm illgrunasom andlát, eftir fyrst at hava svindlað offrini fyri 18 milliónir krónur. Hjúnini róku eitt «eldraheim» fyri stakar og ríkar europeiskar pensjónistar í Spania, skrivar NRK.

Í samstarvi við týsku løgregluna hevur spanska løgreglan framt eina razzia móti privata «eldraheiminum» í býnum Chiclana de la Frontera tætt við Cádiz í Andalucía, skrivar Deutsche Welle.

Kanningin hjá løgregluni vísur, at fimm persónar doyðu stutt eftir at ognir og sparipeningur vóru flutt til hjúnini sum reka «eldraheimið».

Týska Maria Babes (101) var ein múgvandi pensjónistur við húsi á Tenerifa. Tá ið eingin í heimlandinum hevði hoyrt frá henni í langa tíð, setti løgreglan í Frankfurt seg í samband við sponsku løgregluna.

Spanska løgreglan kom til at Maria Babes hevði latið seg yvirtala av persónum hon helt róku eitt privat eldraheim. Hon gjørdi tí av at flyta inn á meginlandið.

Tá ið spanska løgreglan fann hana var hon sjúk og illa á holdum komin. Bankakonto hennara var tømd og húsið hon átti á Tenerifa selt, skrivar The Guardian.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo