Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G! Festivalur: At savnast um at vera øðrvísi er onkursvegna ímyndin av G! Men tá vit hugsavna okkum so nógv um at tekkjast øðrum, steðgar ymiskleikin at samljóða, og umringað gerast vit mest einsamøll.

Leikurin RINGrás snýr seg um seks ung, sum hittast til tónleikavenjing. Ein klaverleikari, ein gittarleikari, ein forsangari, tveir kórsangarar og ein ljóðmaður. Seks ymiskir persónar við seks ymiskum persónsmenskum, sum skulu venja at syngja í samljóði.

Men umringað av øðrum snýkir veruleikin seg fram. Hví síggja hini ikki, hvat tey veruliga ynskja? Hví er tað so einsligt at vera partur av felagsskapinum?

Gjøgnum tónleik og misljóð rannsaka teir seks leikararnir týdningin og avleiðingarnar av at sleppa at framføra sítt egna ljóð, men samstundis at skula laga seg eftir bólkinum.

RINGrás/orBIT framførir í Fjósinum í kvøld kl. 19.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo