Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Robert er føddur í Sørvági, og hóast hann bara hálvt árs gamal við mammuni flutti suður til Vágs, har hann hevði sín uppvøkstur, hevur hann ongantíð gloymt røtur sínar í føðibygdini.

Barnaárini vitjaði hann um summarið ommuna og abban, Tofta-Binu og Stoffa-Jákup, og bondini til Sørvágs hevur hann ikki smæðst við at nevna og taka fram, tá ið eitt høvi hevur verið til tað.

Eisini hava sørvingar verið glaðir fyri at fingið Robert á vitjan, millum annað fleiri ferðir í sambandi við Countryfestivalin, har hann bæði hevur verið millum nøvnini á plakatini og frásøgumaður.

Í mong ár hevur hann brúkt ein figur í sínum undirhaldi, sum júst hevur verið sørvingurin “Jákup Pauli”, har hann við sørvágsmáli hevur flættað figurin og stuttligar søgur so sera væl saman.

Nú er bókin her
Umsíðir er gingin út dreymur hansara um at geva sína lívssøgu út í bók. Hetta hevur verið ein ætlan leingi, sum hevur drigið út, men við hjálp frá vinmanni sínum, Hilmar Jan Hansen, hevur Robert nú gjørt dreymin til veruleika.

Bókin verður løgd fram í Marghøllini í Sørvágs skúla mikukvøldið 8. novembur 2023 klokkan 19, har bæði Robert og Hilmar Jan verða til staðar, og eisini fer onkur annar at hava orðið.

Í sambandi við hetta serliga útgávutiltak verða bøkurnar seldar fyri serprís, og eisini fer Robert at signera bøkur. Tiltakið er alment og ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo