Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Robert Mc.Birnie, ið rundaði tey 80 árini tann 1. novembur, hevur millum annað hátíðarhildið runda dagin við síni lívsævisøgu, ið Hilmar Jan Hansen hevur skrivað. Bókin kom út tann 30. oktobur og hevur síðani verið at fingið kring landið, har bøkur vanliga fáast til keyps.

Harumframt hava Robert og Hilmar Jan ferðast kring landið og havt framløgur av bókini. Teir løgdu fyri í Tutl í Havn, og síðani hava teir verið í Marghøllini í Sørvági, Miðlatúni í Vági og Løkshøll í Runavík, og nú enda teir ferðina kring landið við bókaframløgu í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík.

– Eg gleði meg til at heilsa upp á familju og vinir í Klaksvík, gamlar KÍ-arar og starvsfelagar frá mínum ári sum lærari har norðuri, umframt sjálvandi øll onnur, ið kunnu hugsast at hava áhuga fyri bókini og míni lívssøgu, sigur Robert.

Bókin fæst fyri serprís
– At fáa hesa bók útgivna, hevur verið ein gamal dreymur hjá mær, sum nú gongur út. Eg havi havt eitt langt, gott og hendingaríkt lív. Eg kann nevna, at hóast eg eri krígsbarn, havi eg ongantíð merkt nakað til happing fyri tað, sigur hann.

Søgan um Robert er søgan um Føroya fyrstu poppstjørnu, men eisini so øgiliga nógv annað, tí nortið verður við sjólívið, sang, tónleik, undirhald og mangt annað, umframt sjálvandi lívsstarv hansara sum lærari.

Nú almenna og ókeypis útgávutiltakið verður í gomlu miðhøll í skúlanum á Skúlatrøð mánakvøldið, verður bókin seld fyri serprís, og Robert fer eisini at signera bøkur. Rudolf Joensen fer at hugleiða um høvuðspersónin, og kanska bæði Robert og Hilmar Jan eisini taka orðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo