Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Rógvi Baldvinsson er higartil skrásettur fyri 50 dystir og 4 mál fyri A-landsliðið hjá monnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Rógvi Baldvinsson er higartil skrásettur fyri 50 dystir og 4 mál fyri A-landsliðið hjá monnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Rógvi Baldvinsson er higartil skrásettur fyri 50 dystir og 4 mál fyri A-landsliðið hjá monnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Fyrr í vikuni kunngjørdi Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til EM-undankappingardystin móti Moldova, og venjingardystin móti Norðurmakedónia, sum verða seinni í mánaðinum.

23 mans vóru úttiknir, men ætlanin var allatíðina at hópurin skuldi telja 24 spælarar. Og nú er greitt, at Rógvi Baldvinsson eisini verður í føroyska ferðalagnum, sum seinnapartin mikudagin setir kós móti Chisinau í Moldova.

Rógvi Baldvinsson spældi sín fyrsta A-landsdyst í 2011, og er higartil skrásettur fyri 50 dystir og fýra mál fyri Føroyar.

Manslandsliðið byrjar fyrireikingarnar seinnapartin mánadagin, tá fyrsta venjingin verður á Tórsvølli.

Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Gilli Rólantsson Sørensen, TB Tvøroyri
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, FC Fredericia (Danmark)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Andrias Edmundsson, Aguilas FC (Spania)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)

Fríggjadagin 24. mars klokkan 19:45, sum er klokkan 21:45 lokala tíð í Chisinau, spæla Moldova og Føroyar EM-undankappingardyst á Zimbru Stadion í moldoviska høvuðsstaðnum. Og tríggjar dagar seinni, mánadagin 27. mars klokkan 17:00 føroyska tíð, møtast Norðurmakedónia og Føroyar í venjingardysti á Todor Proeski Stadion í Skopje.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo