Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Á aðalfundinum hjá EB/Streymi í kvøld boðaði formaðurin Jógvan í Skorini frá, at hann ikki tók við afturvali.

Rógvi Egilstoft varð á fundinum valdur til nýggjan formann í EB/Streymi.

Rógvi tekur við sum fyribils formaður, meðan fyrireikingarnar til komandi ár eru í gongd.

Nevndin sum hevur sitið seinasta árið heldur áfram. Tey eru Egil á Bø, Judith í Skorini Jacobsen, Beinta Lisberg og Djóni Eidesgaard.

Tiltakslimir eru nú Tove Kruse Samuelsen og Jan Djurhuus.

Jógvan í Skorini takkaði fyri seg við millum annað hesum orðum: “Samstarvið í nevndini hevur verið gott, fíggjarliga gongur væl og felagið er í holt við at fyrireika seg til komandi ár.”

Tað er tíðarkrevjandi at vera formaður í einum fótbóltsfelagi, og sum støðan er í løtuni strekkir tíðin ikki til, boðaði fráfarandi formaðurin frá.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo