Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fíggjarmálaráðið lovaði í vár, at eftir lønarlyftið skuldu endalønirnar vera hesar tann 1. januar 2024:

Heilsuhjálparar: 30.500 krónur.
Heilsurøktarar: 32.500 krónur.
Munurin er: 2.000 krónur.

Á fundi millum okkum í Heilsuhjálparafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið tann 12. apríl í ár kunnaði Fíggjarmálaráðið okkum um tølini undir lønarlyftinum. Tað bleiv staðfest av Fíggjarmálaráðnum, at líkamikið hvat, so fór munurin aftan á lønarsamráðingarnar framvegis at vera 2.000 krónur millum áðurnevndu fakbólkar.

Síðan tá hava - ikki vit - men heilsurøktararnir fingið nýggjan sáttmála. Eftir lønarlyftið er endalønin hjá teimum 33.491,85 krónur. Altso verður endalønin ikki 32.500 sum fráboðað.

Fyri at lønargjógvin millum okkum heilsuhjálparar og hini, altso heilsurøktararnar, ikki skal breiðka av hesum lønarlyfti, má okkara lønarlyft ásetast hareftir. Fíggjarmálaráðið má við øðrum orðum halda tað, sum lovað varð - nevniliga, at munurin á endalønunum verður 2.000 krónur.

Altso má okkara lønarlyft vera:

2.439,40 - hetta fyri at koma upp á endalønina 31.492,85, ið gevur sama lønarmun sum lovað.

Tann 26. juni vóru eg og fylgi mítt á fundi við Ruth Vang, landsstýriskonu í fíggjarmálum, og lønarstjóra hennara, Jan Mortensen.

Vit vístu á okkara iva viðvíkjandi tí, tey høvdu lovað um lønarlyft uttan mannamun.

Tá stóðu vit sum kánus.

Bæði tvey viðgingu nevniliga blankt, at tey høvdu gjørt ein reguleran roknifeil. Villan var sambært lønarstjóranum, at eitt heilt ár var horvið í framrokningunum, nevniliga 2022.

Men tað fáa mínir 800 limir í tí lægri lønta Heilsuhjálparafelag Føroya ikki gjørt so nógv við. Lovað er lovað! Skrivliga lyftið um óskalaðan lønarmun, ið sambært referati enntá er váttað á fundi, tað skal haldast!

Enntá varð undirstrikað á fundinum, at lønarmunurin millum okkum og heilsurøktarar ikki skuldi vera størri enn millum somu fakbólkar í Danmark, har munurin liggur um 2.000 krónur.

Ein roknivilla við fatalum fylgjum skal rættast. Eg og limir mínir vilja hava rættvísi!

Heilsuhjálparafelagið vendi sær tí til løgmansskrivstovuna síðst í juni, men landsins leiðsla hevur higartil verið kúrr.

Nú vilja vit hava málið avgreitt.

"Lønarlyft er gáva," hoyra vit summi siga. Men brúkar sitandi samgonga lønarlyftið til at veksa gjónna og skapa fjáltur millum fakbólkar í Føroyum, so er lønarlyftið eingin gáva.

Hendir einki nú, hevur Fíggjarmálararáðið svikið tað, sum ráðið hevur lovað - nevniliga at munurin millum lønina hjá heilsuhjálparum og heilsurøktarum skal vera 2.000 krónur.

Vit unna heilsurøktarum hvørja krónu. Lat tað verða sligið fast. Men lønarlyftið skal ikki breiðka gjónna millum fakbólkar við "heitum hondum" ella setast í spæl í sambandi við sáttmálasamráðingar.

Uttan eitt knæfall frá landsstýrinum í hesum máli koma heilsuhjálparar at standa sum stórir taparar, og álitið á politisku skipanina verður illa skeiklað.

Heilsuhjálparafelagið hevur biðið um fund við løgmann um hetta kardinálmál.

Mary Antonsdóttir
forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo