Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

07 Vestur: Magnus Powell hevur staðið á odda fyri 07 Vestur-liðinum, ið gjørdi øllum serfrøðingum fyri skommum, tá teir endaðu á 6. plássið eftir sera spennandi endaspurt, Men máið er sjálvsagt at vinna enn longur upp á stigatalvuna, og tá krevst ein sterkari hópur. Við Ronni Møller-Iversen er fyrsti styrkurin komin í hús.

27-ára gamli danin kom annars til KÍ í 2018 og leikti nærum hvønn dyst undir Mikkjal Thomassen. Hóast hetta flutti hann inn á Skála, har hann, næstu tvey árini, var ein av lyklaleikarunum. Tá Skála so flutti niður í fjør, vóru boð eftir Ronni norðuri á Eiði, har hann, við 27 landskappingardystum í ár, varð ein av týðningarmestu leikarunum hjá kappingarneytum okkara.

Í alt hevur Ronni, hesi fýra árini í Føroyum, leikt 95 dystir í Betri Deildini, umframt 9 í steypakappingini. Hann hevur skotið 15 mál.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo