40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Manchester United hevði alt spælið, so gott sum, í dystinum móti Stoke, sum hevði heimavøll, men Stoke var fyrr á máltalvuni við einum óhepnum sjálvmáli. Tað sá út sum var tað De Gea sum fekk bótlin á beinið, men sprakk hann skeivan veg og í mál, til 1-0 til Stoke.

Manchester United trýsti og trýsti men bóturin fór ikki í netið. Møguliga átti Manchester United eini tvey brotsspark, men tað metti dómarin ikki.

Stóran part av síni karrieru hevur hann verið heppin, liðskiparin Rooney, og í dag var einki undantak. Eitt fríspark, nakað frá hornasparksblettinum, bjargaði honum eisini í dag. Hann skjeyt bóltin innfyri, men hann endaði í sjálvum málinum.

Ein sonn sensasjón, tá hugsað verður um, at liðskiparin og enski landsliðskapteynurin ikki hevur skorað í Premier League síðani fyrsta umfar í hesi sesongini.

Við sínum máli nummar 250 fyri Manchester United er hann samtíðis mest skorandi leikari nakrantíð hjá Manchester United.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo