Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fimleikafelagið Støkk: Í gjár og í dag hava Kvinnuunglingar Rósan úr Støkk kappast móti flestu av heimsins bestu liðum í estetiskum fimleiki í World Challenge Cup í Tampere í Finnlandi. 

Samanlagda úrslitið hjá Rósuni gjørdist eitt 6. pláss av 14 liðum. Í innleiðandi kappingini í gjár fekk Rósan 15,15 stig, sum gav teimum atgongd til finaluna í dag.

Framførslan hjá teimum á finaludegnum í dag var enn betri, tí tær megnaðu at fáa 15,65 stig. Samanlagt fingu tær sostatt 30,80 stig og fingu eitt framúr flott 6. pláss av 14 liðum.

Vinnari av kappingini var Minetit úr Finnlandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo