40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Nú løgmaður hevur koyrt Jenis til hús, og grundgevur við millum annað at hansara rúmligheitir ikki røkka longur, ja, so leita tankarnir aftur til byrjanina av samgonguskeiðnum.

Tá núverandi samgonguskjal var undirskrivað, so skuldi ein hildið, at løgmaður tók undir við samgonguskjalinum, men tað var skjótt, at greitt gjørdist, at so var ikki.

Samgonguskjalið er brotið við vælsignilsi frá løgmanni, har hann hevur nýtt Johan Dahl sum jarnbrot og hevur spælt fríspæl sjálvur.

Hví hevur rúmligheitin hjá løgmanni strekt til J. Dahl og ikki til Jenis?

Hevur løgmaður ikki hvítanýru til at seta J. Dahl uppá pláss?

Alt rumbli í hesi samgonguni byrjaði við J. Dahl, um løgmaður trakkaði í karater tá, so vóru trupulleikarnir loystir við kassa 1.

Haldi at løgmaður hevur víst seg falskan bara fyri at fáa heiti sum løgmaður og skrivað undir eitt samgonguskjal sum hann í veruleikanum ikki tók undir við.

Ótrúligt at eingin hevur lisið hann av í samgonguni og serliga í hansara egna flokki.

Ein nú fyrrverandi sambandsveljari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo