Menn verða forelskaðir ígjøgnum eyguni, kvinnur ígjøgnum oyruni
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Runavíkar kommuna hevur seinastu nógvu árini arbeitt við og stuðlað undir at fáa jólahugnan sjónligan í økinum. Hvørt ár verða jólatrøini tendrað umleið fýra vikur undan jólum og hetta verður m.a. hátíðarhildið við tónleiki og røðum.

Brandbilurin vitjar eisini við øllum jólamonnunum í. 

Nakrar broytingar eru í jólaskránni í ár orsakað av Covid19. Nøkur tiltøk eru tillagað, meðan onnur eru avlýst. Í ár verða jólatrøini í kommununi tendrað 28. og 29. november. Nes Sóknar Musikkfelag spælir til tiltøkini, har jólatrøini verða tendrað.

Niðanfyri sæst eitt yvirlit fyri vikuskiftið.

Leygardag 28. november 2020

kl. 15:30 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar á Toftum.

kl. 16:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Runavík. Kaja Joensen heldur røðu.

kl. 17:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar á Skála. Arni Klein Abrahamsen heldur røðu.

kl. 18:30 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar á Strondum.

kl. 19.30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Skálafirði. Jonnhild Reynholdsdóttir heldur røðu.

Sunnudag 29. november 2020

kl. 13:30 Brandbilurin vitjar í Rituvík.

kl. 14:15 Brandbilurin vitjar í Lamba.

kl. 14:45 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Søldarfirði. Jytta Sundstein Nielsen heldur røðu.

kl. 15:45 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Oyndarfirði. Elin Klein Joensen heldur røðu.

kl. 16:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Funningsfirði. Tórbjørn Jacobsen heldur røðu.

kl. 17:15 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Elduvík. Tórbjørn Jacobsen heldur røðu.

kl. 18:00 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Funningi. Sámal Petur Petersen heldur røðu.

kl. 19:30 Brandbilurin vitjar í Æðuvík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo