Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Runavíkar Kommuna: Í mong ár hava vit hoyrt um ymiskar ætlanir hjá Pf. Mest, sum eigur skipasmiðjuna á Skála. Einaferð snúði tað seg um eina dokkhøll omaná verandi dokk, seinri hoyrdu vit um ætlanir hinumegin fjørðin og í gjár skrivaðu Mouritz Mohr, Petur Háberg og Tórbjørn Jacobsen, ávikavíst stjóri, nevndarformaður og borgarstjóri undir avtalu um ætlan at gera nýggja turrdokk við tilhoyrandi útbygging av havnarlagnum á Skála.

Partarnir eru samdir um at gera eina fyribils avtalu um framtíðar skyldur, ið verður brúkt sum útgangsstøði undir einum leigusáttmála fyri økið, sum partarnir fara at gera sínámillum, tá sundurmatrikulering o.a. er avgreitt.

Ætlanin hevur tað við sær, at væl størri skip kunnu takast upp á Skála, eftir at nýggja turrdokkin er liðug og nýggj bryggja er gjørd, eystari enn hin núverandi, soleiðis, at skip sum stinga upp til 12 metrar kunnu liggja við bryggju – framvið atløgusíðuni og í dokkini.

Áðrenn farið verður í holt við útbyggingina skal verkætlanin í síni heild góðkennast av Runavíkar kommunu og avvarðandi myndugleikum. Býráðið hevur tikið undir við avtaluni, og sambært umboðunum hjá Mest er ætlanin sum skjótast at fara undir at arbeiða víðari við ætlanini.

Ólavur Frederiksen tók myndirnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo