Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-006/2023 frá Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu, um rúsevnamisnýtslu, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørja støðu hevur landsstýrismaðurin til heildarætlanina frá 2022 um at fyribyrgja og tálma rúsevnamisnýtslu?

2. Eru nøkur av tilmælunum í heildarætlanini sett í verk, og hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin annars um at seta tilmælini í verk?

3. Hvat fyribyrgjandi arbeiði verður gjørt fyri at basa rúsevnamisnýtslu?

Svar
Til 1:
Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum er jaligt sinnaður mótvegis heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum.

Rúsevni er nakað av tí mest oyðileggjandi fyri eitt menniskjalív, og tí er tað sera harmiligt, at fleiri ung í føroyska samfelagnum stríðast við rúsevnismisnýtslu.

Vit skulu lofta teimum, sum eru á veg út í trupulleikar, og harnæst mugu vit eisini lofta teimum, sum tíverri longu hava rústrupulleikar.

Tað hevur týdning, at vit saman finna loysnir, sum hóska seg til føroyska samfelagið, og at vit leggja dent á at fyribyrgja breitt.

Til 2 og 3: Undanfarna samgonga við løgmanni á odda vildi, at Føroyar skulu vera besta og tryggasta stað at vaksa upp í og vera ungur í, og varð stig tá tikið til at gera eina heildarætlan við eini hugskotsskrá við møguligum átøkum, sum kundu verða við til at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum.

Núverandi samgonga hevur tikið stigið víðari og hevur sett á stovn eitt Barna- og útbúgvingarmálaráð, ið hevur til endamáls at arbeiða fyri, at øll børn og ung skulu hava tryggar og góðar karmar, sum tey mennast og mentast í, til tess at tey blíva heil menniskju, sum kunnu virka í einum rúmligum demokratiskum samfelagi, har øll trívast.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur saman við Heilsumálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum, Løgmálaráðnum og Kommunufelagnum tikið stig til eina barnaverkætlan, og tann 28. mars 2023 skrivaðu partarnir undir eitt semjuskjal hesum viðvíkjandi.

Arbeiðið hjá barnaverkætlanini byrjaði síðst í apríl 2023. Endamálið við barnaverkætlanini er at laga niður forðingar, sum kunnu vera millum skipanir, tá tørvur er á sameindar tænastur og samskipaðar tænastur til børn og ung.

Fyrsti partur av arbeiðinum hjá barnaverkætlanini er at kortleggja og greina vitan um barna- og ungdómsøkið í Føroyum, m.a. frá álitum og frágreiðingum, ið eru gjørd innan økið seinastu árini. Her hevur heildarætlanin um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum ein týðandi leiklut.

Næsta stig í arbeiðinum hjá barnaverkætlanini er at koma við tilmælum um tillagingar og broytingar í verandi skipan, ið kunnu viðvirka til betri fyribyrging, umframt at børn og ung, ið hava tørv á hjálp og stuðli fyri at hava viðburð, fáa tær neyðugu veitingarnar og tænasturnar so tíðliga og munadygt sum møguligt.

Hugskotsskráin í heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum eru saman við tilmælum í øðrum álitum og frágreiðingum ein týðandi partur av vitanargrundarlagnum undir barnaverkætlanini.

Til seinast vil eg vísa á, at SSP-samstarvið arbeiðir við og hevur ein avgerandi leiklut í tí upplýsandi og fyribyrgjandi arbeiðinum við at tálma kriminaliteti, skaðandi atburði og rúsevnismisnýtslu millum børn og ung í Føroyum. Við at skipa fyri mennandi og uppbyggjandi átøkum fyri hesar aldursbólkar, har øll børn og ung sleppa upp í part, verður slóðað fyri einum góðum barna- og ungdómslívi. Hesi átøkini og arbeiðið er sera týdningarmikið fyri at tryggja, at børn og ung koma væl undan í Føroyum.

Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo