Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Viðgerðarstovnurin Frælsi: Mikukvøldið 14. februar kl. 19.00 skipar viðgerðarstovnurin Frælsi fyri upplýsandi fyrilestri í Missiónshúsinum í Skálavík, har evnið er, hvussu vit kunnu fyribyrgja rúsevninsmisnýtslu og hvørji eyðkenni ein skal vera varugur við, tá ið talan er um rúsevnismisnýtslu.

Endamálið við fyrilestrinum er; at upplýsa um rúsevnismisnýtslu og geva foreldrum, avvarðandi, starvsfólkum og umsorganarpersónum amboð til at hjálpa ungum, sum eru blivin bundin at rúsevnum. Eisini verður hugleitt um, hví so nógv ung taka rúsevni í dag.

Fyrilestrarhaldari er Erling Fles, løggildur sálarfrøðingur.

Fyrilesturin er ókeypis og verður í Missiónshúsinum í Skálavík tann 14. februar kl. 19.00.

Kaffi og køkur verður at fáa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo