Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Eftir at hava roynt í fleiri mánaðir hava russar nú tikið strategiskt týdningarmikla býin Avdijivka har eysturi í Ukraina. Býurin er einar 10 kilometrar norðanfyri Donetsk, sum er høvuðsbýurin í landspartinum við sama navni, og sum russar siga er ein av fýra ukrainskum landslutum, sum veruliga eiga at hoyra uppí Russland.

Eftir at býurin var við at blíva kringsettur gjørdu ukrainar av at taka seg aftur fyri at spara mannalív, hevur forsetin, Volodymyr Zelenskyj sagt. Hann segði eisini, at støðan gjørdist sera trupul, tí bæði vápn og lóður eru farin at ganga undan.

Bardagin um Avdijivka hevur verið ein av mest blóðugu bardøgunum síðani kríggið byrjaði, og sagt verður, at helst eru yvir 10.000 russiskir hermenn falnir í bardaganum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo