Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað vóru 'manglandi evnini' hjá vesturheiminum til samráðingar og 'kríggið ímóti sínum egna fólki', sum ukrainska stjórnin stóð fyri, sum gjørdu at Russland í veruleikanum onki annað val hevði enn at seta í verk serliga hernaðarliga átakið í Ukraina.

Nakað soleiðis segði russiski uttanríkisráðharrin Sergej Lavrov tá hann tosaði við aðalfundin hjá ST í New York.

- Eg eri sannførdur um, at ein og hvør suverenur statur við virðing fyri sær sjálvum hevði gjørt tað sama í okkara støðu. Man hevur eina ábyrgd fyri egnum fólki, segði hann frá talarastólinum.

Russiski uttanríkisráðharrin ákærdi vesturheimin fyri at vera 'hysterinskan' viðvíkjandi fólkaatkvøðunum í ukrainsku landslutunum Luhansk, Donetsk, Kerson og Zaporizjzja, sum Russland hevur hersett.

Sergej Lavrov segði, at USA er stóri syndarin, tí USA er í holtur við at gera allan heimin um til sín egna 'bakgarð' og USA revsar øll sum hava eina aðra heimsfatan.

ST aðalfundurin varar til týsdagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo