Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Við at stuðla Ukraina við vápnum, pengum og á annan hátt eru vestanlondini í veruleikanum beinleiðis í kríggi við Russland, tað segði russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov í samband við ST aðalfundin í dag.

- Tit kunnu kalla tað tað sum tit vilja, men vesturheimurin berjist beinleiðis ímóti okkum, segði Sergej Lavrov og ákærdi vesturheimin fyri at praktisera "nýkolialismu", tí roynt verður at fáa lond kring allan heim at stuðla Ukraina.

Russiski uttanríkisráðharrin segði eisini, at tað kemur ikki uppá tal at seta serligu kornavtaluna í gildi aftur, so bæði Russland og Ukraina kunnu útflyta korn. Og hann kveistraði uppskotið hjá Ukraina um frið av borðinum. Sambært uppskotinum skal Russland taka øll síni herfólk úr Ukraina, lata hertikin øki av hondum og alt fíggindaligt virksemi skal steðga alt fyri eitt.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, fær ikki tikið lut á ST aðalfundinum, tí hann verður handtikin í somu løtu hann setur sín fót á amerikanska jørð. Tað verður hann, tí hann er skuldsettur fyri krígsbrotsverk við altjóða revsidómstólin, ICC.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo