40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russisi ST-serfrøðingurin og professarin Henry Sardaryan, mælir nú til at stuðla loysingarrørsluni í Føroyum fyri á tann hátt at gera Danmark ónáðir.

- Blanda onnur lond seg uppí okkara viðurskifti, so skulu vit eisini gera tað sama við tey, tá vit kunna, sigur hann sambært danska TV2.

Henry Sardaryan er ikki bara onkur, hann er professari og er útnevndur av russiska uttanríkisráðnum sum serfrøðingur og sendimaður í ST.

Hann sigur við russiskt sjónvarp, at Danmark hevur heilt munandi trupulleikar av Føroyum og føroysku loysingarrørsluni, og nú Danmark sendir vápn til Ukraina, og harvið blandar seg upp í viðurskifti sum viðvíkja Russlandi, so kundi Russland hóskandi afturfyri blanda seg uppí donsk viðurskifti við at stuðla føroysku loysingarrørsluni, bæði fíggjarliga og diplomatiskt, sigur hann.

Hann heldur eisini, at tíðin nú er komin, at Russland ognartekur ognir hjá dønum og donskum fyritøkum, sum virka í Russlandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo