

Russland ætlar at fremja yvirgang ímóti ukrainska kjarnorkuverkinum Zaporizjzja. Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj. Hann sigur, at ukrainska fregnartænastan hevur funnið fram til hetta, og yvirgangsatsóknin fer at gera, at geislavirkin evni fara at sleppa út og dálka umhvørvi og gera tað óliviligt har á leiðini sum verkið er.
Russland, sum hevur hersett verkið, hevur víst hesum aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo