Kríggið í Ukraina hevur nú vart í yvir eitt hálvt ár, og Russland er sambært miðlinum The New York Times noytt at keypa vápn og ammunisjón í stórari nøgd frá Norðurkorea.
Avísin hevur sína kunning frá amerikansku fregnartænastuni, skrivat danska TV 2.
Keypið av norðurkoreanskum vápnum er sambært The New York Times tekin um, at umfatandi evropeisku sanksjónirnar móti Russlandi virka og eru við at gera flutningin av útgerð hjá russum munandi verri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo