Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Meira enn seks mánaðir eftir kríggið í Ukraina byrjaði, hevur Russland "ikki enn nátt nakað av sínum strategisku málum" við innrásini.

Tað segði bretski verjumálaráðharrin Ben Wallace í dag sambært CNN

Russland "heldur fram at missa munandi av útgerð og manning" í krígnum, legði hann afturat og segði, at tapini fara at hava eina varandi ávirkan á krígseffektivitetin hjá Moskva.

- Mett verður nú, at yvir 25.000 russiskir hermenn hava latið lív. Um dripnir, skaddir, tiknir og teir fráboðaðu fleiri tíggjutúsund flýddu hermenninir verða lagdir saman - so er talið yvir 80.000, segði Wallace í talu síni í bretska Undirhúsinum, skrivar TV 2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo