Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

33 ára gamla Aleksandra Skochilenko hevði sín heilt serliga hátt at mótmæla krígnum.

Í handlunum í Sankta Pætursborg býtti hon prísmerkini á vanligum vørum út við ein tekst har tað stóð "seinastu 20 árini hevur Putin logið fyri okkum. Úrslitið er, at vit í dag eru til reiðar at gjalda prísin og góðtaka, at nógv fólk doyggja ein meiningsleysan deyða".

Hon bleiv handtikin í mars í fjør og í gjár, eftir 19 mánaðar í varðhaldi, fekk hon endaliga dómin: Sjey ár handan rimarnar, trý tey fyrstu árini uttan møguleika at hava nakað samband við umheimin.

The Guardian skrivar, at hon er bert ein av fleiri 100 russarum, sum eru dømdir langar fongsulsrevsingar eftir nýggju lógini, sum er gjørd serliga til journalistar og onnur sum spjaða "falstíðindi" um russiska kríggið í Ukraina.

- Hóast eg skal í fongsul, so eri eg meira fræls enn tit. Eg eri ikki bangin fyri at siga mína meining. Sikkurt er tað tí, staturin er so bangin fyri mær og sperrar meg inni, sum eitt vandamikið djór, segði hon, eftir at dómurin var lisin.

Sambært Amnesty International eru minst 2.300 russar handtiknir, tí teir hava mótmælt krígnum, og minst 20.000 hava fingið bót fyri tað sama.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo